Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VÍF vísti FM taktir

Jákup Ósá

Dystarfrásøgn: Tað er eingin ivi um, at nógv skal til fyri at koppa vestmenningum í manshondbólti í ár.

Tað er eingin ivi um, at nógv skal til fyri at koppa vestmenningum í manshondbólti í ár.

Hóast størri trýst var á heimaliðnum H71 í gjárkvøldið, sum saman við Kyndli og VÍF undan dystinum kappaðust um at koma í FM finaluna, so sást einki til, at VÍF var merkt av, at liðið hevði fleiri stig at geva út av. Sum heild fingu áskoðararnir ein frálíkan fyrra hálvleik, meðan VÍF í seinna hálvleiki staðfesti, at nógv skal til, um greipan ikki endar í Vestmanna í ár.

Fyrri hálvleikur var merktur av sera høgari leikferð og tveimum liðum, sum megnaðu at spæla við høgari leikferð. VÍF var á odda 14-13 í hálvleikinum, men einasti munurin var, at H71 royndirnar fóru oftari á stengurnar og samstundis misnýtti H71 sítt brotsskast. H71 spældi so mikið skjótt, at verjuleikararnir Heini Hanusarson og Sámal Joensen, sum bara spæla í verjuni, høvdu trupult við at fylgja við hendan hálvleikin.

Men VÍF hevur ein venjara, sum veit hvat skal til í hondbólti. Ingi Olsen fekk í hálvleikinum rættað uppá verjuspælið og knappliga riggaði einki hjá H71, sum misti bæði ferð og sjálvsálit til at hótta VÍF. Hinvegin spældi VÍF við somu ferð sum í fyrra hálvleiki og teir gulu vóru sum oftast tryggir, tá teir fingu møguleikan at skora. Og í málinum spældi Tóki Seloy framúr væl. Endin var at VÍF vann tryggan 26-20 sigur í einum dysti, sum bleiv avgjørdur um miðjan seinna hálvleik.

VÍF hevur ikki vunnið FM í 10 ár. Men okkurt bendur á, at nú verður tað. Liðið hevur røttu samansetingina við eldri og yngri leikarum og liðið hevur ein venjara, sum hevur royndir í at vinna. Sum steypavinnarar fyrr í ár hava teir eisini fingið smakkin fyri at vinna. Í verjuni hevur Heini Hanusarson givið liðnum nógv og hansara vinnaramentalitetur smittar yvir á hinar. Og í álopspartinum hevur Áki Egilsnes tikið risa framstig og skjýtur til tíðir eins væl sum liðfelagin Filip Jojic, sum framvegis er besti skjúttin í deildini. Venjingarstøðan og breiddin á liðnum er góð og tað ger, at liðið kann koyra við fullari ferð í allar 60 minuttirnar. Tí er VÍF í løtuni greiður favorittur at vinna FM heitið hjá monnum.