12. desember 2007 fóru komandi maðurin,1 ára gamla dótturin, tvey vitni og eg, sum var í níggjunda mánað, á ráðhúsið á Vaglinum. Borgmeistarin segði nøkur vøkur orð um at halda saman alt lívið, og vit skrivaðu undir eitt vígslubræv.
Hettar vígslubrævið er serstakt, tað er yvir øllum øðrum dokumentum, tí tað er ein sáttmáli millum tvey, sum ynskja at gerast ein eind og sostatt tryggja hvønn annan – til dømis viðvíkjandi arvi. Einki annað dokument sameinir tvey fólk á sama hátt.
Við einum smábarni og einum á veg vildu vit tryggja hvønnannan fíggjaliga. Vit óttaðust, hvat fór at henda, um eitthvørt ringt hendi. Vit vildu tryggja okkum juridiskt og hava alt uppá tað reina.
Vit ynsktu at hava stórt brúðleyp, men ikki við stórum búki. Tí giftust vit fyrst borgarliga – og bíðaðu við prestsins vælsignilsi.
Eg ynski fyri øll míni medmenniskju, at tey kunna tryggja hvønn annan fíggjarliga og sleppa undan óttanum fyri at enda í eini vónleysari fíggjarstøðu, sum steinur omaná byrðu, um tað ringasta skuldi hent.
Tí skula øll pør hava rætt til eitt vígslubræv.




