Vikuskiftið 28.-29. juni skipar Víkingur fyri víkingadøgum í Leirvík/Gøtu.
Í hesum sambandi bjóða við frítíðarsiglarum og bátaeigarum hjartaliga vælkomnum at halda vikuskiftið í Leirvík. Bátarnir koma at liggja í nýggja, sera snotuliga og hugnaliga bátahylinum í Leirvík.
Campingvognar eru somuleiðis hjartaliga vælkomnir. Umstøðurnar fyri campingvognarnar eru eisini framúr góðar. Campingvognarnir koma at standa á økinum við nýggja bátahylin. Kringumstøðurnar eru góðar og hugnaligar.
Umframt at njóta føroyskan summarhugna við bátahylin er eisini upplagdur møguleiki at vitja nýggju sandstrondina í Leirvík. Somuleiðis verður møguleiki at spæla krokk á spildurnýggja krokkvøllinum.
Møguleiki er eisini fyri innandura familjuhugna. Bovlinghøllin gevur serligan avsláttur hetta vikuskiftið.
Haraftrat ber til at svimja/brúsa sær í svimjihøllini fríggjakvøldið og leygardagin.
Leygarkvøldið verður dansur við Tinganeyst í tjaldi á kei-økinum.
Prísur fyri alt hetta er : 500,- kr fyri alt vikuskiftið. ìroknað er landstreymur, 2 billettir pr bát/kamping vogn, svimjing/brúsing og avsláttaskipan í Bovling.
Endaliga skráin fyri víkingadagarnar kemur seinni.
Við vón um góða undirtøku til eitt ógloymandi vikuskifti.
Tegning fer framm á Sponsor@vikingur.fo




