Víkingadagur verður í Eysturkommunu komandi leygardag 18. juli. Dagurin byrjar tíðliga á morgni í Leirvík og endar á seint kvøldi í Syðrugøtu.
Á skránni er mangt og hvat til stór og smá.
Dagurin byrjar við stórum ungdóms- og familjutiltaki á ítróttarøkinum í Leirvík. Á skránni er stór felagsvenjing fyri allan ungdómin í felagnum og eftir venjingina verður hugnaløta fyri familjur við ymiskum tiltøkum og onkrum góðum til matna. Dagurin í Leirvík endar við grannadysti millum 1. deildarliðini hjá Víkingi og NSÍ.
Eftir dystin verður skipað fyri gongutúri um Leirvíksfjall eftir gomlu bygdagøtuni til Norðragøtu. Møguleiki verður at vitja søvnini í gamla býlinginum í Norðragøtu, áðrenn Vodafoneliðini hjá Víkingi og NSÍ bresta saman í Sarpugerði. Talan er bæði um odda-, granna- og steypadyst.
Um kvøldið verður farið til Syðrugøtu har grill, felagssangur, skemt og dansur er á skránni.
Skrá fyri Víkingadagin 18. juli 2009
9.00 – 11.00 Leikaratiltak í Leirvík
11.00 – 13.00 Familjuhugni í Leirvík
13.00 – 15.00 1. Deildardystur: Víkingur – NSÍ í Leirvík
15.00 Gongutúrur Leirvík – Gøta
18.00 – 20.00 Vodafonedystur: Vìkingur – NSÍ í Norðragøtu
21.00 – 04.00 Felagssangur, grill, skemt og dansur í Syðrugøtu




