Er Sølvi Vatnhamar besta boðið uppá ein nýggjan landsliðsleikara í hópinum sunnukvøldið?
Sunnukvøldið tekur Lars Olsen hópin út til komandi uppgávurnar móti Norður Írlandi og Ungarn.
Seinast tók Lars Olsen 24 leikarar út til dystin móti Finnlandi. Landsliðsvenjarin var í miðlunum heilt greitt ikki nøgdur við avrikið og so er spurningurin, um tað fer at síggjast aftur í útskiftingum á landsliðnum hesaferð.
Seinast tók landsliðsvenjarin 24 leikarar út. Teir vóru hesir:
Málverjar
Gunnar Nielsen, Teitur M. Gestsson og Tórður Thomsen.
Verjuleikarar
Jónas Tór Næs, Viljormur Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður Askham, Bárður Hansen, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø, Ári Mohr Jónsson og Alex Mellemgaard.
Miðvallarar
Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Kaj Leo í Bartalstovu, Brandur H. Olsen, Róaldur Jakobsen, Pól Jóhannus Justinussen, Gilli Sørensen og Christian Lamhauge Holst.
Framherjar
Páll Klettskarð, Klæmint A. Olsen og Arnbjørn Hansen.
Seinni fór Alex Mellemgaard út vegna skaða og Jóan Símun Edmundsson kom inn ístaðin.
Til hesa EM undankappingina eru 23 leikarar á dómaraseðlanum, og tí fer Lars Olsen mest sannlíkt at taka 23 ella 24 leikarar út til dystirnar – í øllum førum til heimadystin. Siga vit, at 24 leikarar vera úttiknir hesaferð eins og seinast, so fara vit niðanfyri at meta um, hvørjar broytingar kunnu væntast. Tað er fyrst og fremst uttanfyri uppstillingina seinast, at ein kann rokna við broytingum, tí leikarar fara neyvan frá at vera millum teir fyrstu 11 og so útum ein 24 mans hóp uppá tríggjar vikur uttan so, at tað eru skaða orsøkir.
Hesir eru á markinum
Seinasti landsliðshópur bleiv úttikin 24. august. Síðani tá er ein steypafinala og tvey umfør leikt, har Víkingur og NSÍ tó hava leikt tríggjar landskappingardystir. Men tað slepst ikki uttanum, at B36 er í stórum vanda fyri, at fleiri leikarar hjá teimum vera vrakaðir til hendan dystin. B36 hevur síðani 24. august tapt 2-0 móti Víkingi og vunnið 3-2 móti NSÍ. Í báðum dystunum hevur B36 verjan verið illa skipað og bæði Víkingur og NSÍ komu til nógvar mál møguleikar. B36 hevði seinast tríggjar leikarar í bakk ketuni við í landsliðshópinum.
Hørður Askham
Móti Víkingi fekk Hørður Askham leikbann og tað ger, at hann hevur ikki spælt nakran dyst í næstan ein mánaða, tá Føroyar spæla í Norður Írlandi. Samstundis hevur Hørður framvegis U21 landsliðsaldur og hann verður væntandi ein lyklaleikari á tí landsliðnum komandi tvey árini, har hann fær ment seg á altjóða støðið. Hann var eisini tann av teimum 24 leikarunum, sum ikki slapp á dómaraseðlan seinast. Hørður sleppur neyvan við hesaferð.
Alex Mellemgaard
Alex Mellemgaard bleiv skaddur seinast, tá landsliðið samlaðist. Og síðani hevur hann spælt móti Víkingi og NSÍ, har avrikini ikki hava sannførandi. Eftirsum Alex seinast mátti gevast tíðliga og avrikini síðani ikki hava verið góð, so er sannlíkt, at hann ikki fær landsliðsboð hesaferð.
Odmar Færø
Hongur í einum klønum tráði fyrst og fremst vegna skaða. Odmar Færø hevði tað trupult í landsdystinum móti Finnlandi, og tað hevur hann eisini havt síðani. Hann hevur eisini drigist við skaða og fór út tíðliga seinast, tá B36 spældi. Kanska er samband millum avrikini og skaðan. Júst hesin skaðin, sum hevur argað kann gera, at Odmar dettur út hesaferð.
Aðrir leikarar, sum kundu verið nevndir til at í ringasta føri enda á markinum eru Pól Jóhannus Justinussen, Jóan Símun Edmundsson, Rógvi Baldvinsson, og Kaj Leo í Bartalsstovu. Hesir báðir seinastu spæla uttanlands, sum ofta telir upp, men spurningur kann setast við, um triðbesta deildin í Noregi er nóg høgt støðið til A-landsliðið. Kaj Leo, sum seinastu árini hevur verið inn og út av landsliðnum, hevur staðið seg væl í Levanger, sum stríðist í toppinum at at flyta upp, meðan Rógvi sum skilst spælir á miðvøllinum fyri botnliðið Ålgård. Pól Jóhannus kom ikki á vøllin seinast á landsliðnum og hevur ikki havt eitt serliga gott kappingarár. Móti B36 seinast skoraði hann tó eitt gott mál, og samstundis hevur hann havt fast pláss í hópinum í fleiri ár. Jóan Símun skorar ov fá mál til fremsta plássið og hevur nú spælt á høgra vongi í HB. Til eitt slíkt pláss er ivasamt, um hann hevur verjukendu eginleikarnar sum krevjast á landsliðnum. Kaj Leo og Pól Jóhannus komu ikki á vøllin seinast og tað kann merkja, at teir eru í størri vanda fyri at glíða út enn Jóan Símun og Rógvi. Hinvegin hoyra hesir allir til miðvøllin, meðan teir fyrst nevndu B36 leikararnir allir eru í verjupartinum. Tí kann onkur av hesum rúka hesaferð, um broytingar vera á miðvøllinum.
Víkingar banka uppá
Um vit hyggja eftir, hvørjir leikarar kunnu koma uppá tal til landsliðshópin, so eru niðanfyri 5 tey kanska mest uppløgdu boðini. Her kann endurtakast, at umførini síðani seinastu landsliðssamling eiga at viga mest. Og so eru ta typirnar, sum kanska manglaðu seinast.
Sølvi Vatnhamar
Mest upplagdi av teimum øllum, sum ikki sluppu uppí part seinast, men sum hesaferð eigur at hava sera góðan møguleika at sleppa uppí part á A-landsliðnum er Sølvi Vatnhamar. Hann hevur víst stórspæl seinastu vikurnar. Í øllum dystum hevur hann verið við í málum, og so arbeiðir hann hart við góðum hugburði. 8 upplegg og 3 mál er sannførandi hjá einum leikara, sum hevði tað trupult fyrstu umførini, tá hann reisti millum Danmark og Føroyar til dystir. Kann eisini røkja nógv pláss og hevur Europa League royndir. Nógv bendur á, at Sølvi fær landsliðsboð sunnukvøldið, um venjararnir hava fylgt væl við Effodeildini seinastu vikurnar og gera pláss fyri einari útskifting á miðvøllinumn.
Finnur Justinussen
Finnur hevur verið í góðum formi seinastu tíðina, hóast tað hava verið dystir, har hann ikki er komin á máltalvuna. Verður nakar álopsleikari skiftur út, so er tað heilt vist, at Finnur fær plássið. Finnur bæði skorar og leggur upp til nógv mál hetta kappingarárið. Hevur uppiborið landsliðspláss, men kann aftur enda uttanfyri, tí aðrir meira royndir landsliðsleikarar sita á teimum fá plássunum í álopinum.
Atli Gregersen
Atli Gregersen hevur spælt væl í ár, men tíverri fyri hann, so hevur hetta tíðarskeiðið síðani seinasta landsdyst ikki verið tað besta. Hann sá illa út, tá B36 fekk tunt brotsspark móti Víkingi og sat uttanfyri við leikbanni móti NSÍ. Móti EB/Streymi gjørdi hann eitt sjálvmál, sum ein landsliðsleikari ikki skal gera. Í steypafinaluni var avrikið gott og so er tað typan og hugburðurin, sum kann gera, at landsliðsvenjarin tekur Atla út. Eisini tí, at hann hevur royndir og hann koma beint inná liðið, um tað skal vera. Seinast sá samansetingin í miðverjuni ikki gott út. Liðfelagin Erling Jacobsen kundi kanska verið nevndur, men leiðaraevnini og royndirnar hjá Atla gera, at hann helst stendur frammanfyri í røðini.
Árni Frederiksberg
9 mál og 9 upplegg gera Árna Frederiksberg til ein tann vandamiklasta framrættaða miðvallaleikaran í Effodeildini. Hevur havt fast pláss í U21 uppstillingini og skoraði m.a. móti Týsklandi á útivølli. Landsliðsvenjarin kann uttan trupulleikar verja eina avgerð um at taka Árna út. Í løtuni er bara spurningur um tíð, áðrenn Árni verður úttikin.
Heini Vatnsdal
Móti Finnlandi manglaði nógv á føroyska miðvøllinum. Í Føroyum eru ikki nógvir leikarar, sum kunnu koma inn við styrki og royndum, so alternativini eru fá til verjukenda miðvøllin. Heini Vatnsdal hevur ikki havt eitt eins gott kappingarár í HB sum í fjør, uttan tó at hava verið vánaligur. Vil landsliðsvenjarin hava øðrvísi typir inná miðvøllin, so er Heini eitt av bestu boðunum.
Hvat er mest sannlíkt?
Landsliðsvenjarin plagar ikki at skifta nógv út, tá stutt er millum dystirnar og úttøkurnar. Men hann kann ikki síggja burtur frá form broytingunum hjá leikarum. Tekur hann 24 leikarar út, so verður talan kanska um í mesta lagi tríggjar broytingar. Hørður Askham og Alex Mellemgaard fáa neyvan landsliðsboð útfrá formi og dystarvenjing, og so kann onkur skaði darva onkrum leikara. Útfrá avrikunum seinastu tíðina, so eigur Sølvi Vatnhamar pláss í hópinum. Tá má antin Jóan Símun, Pól Jóhannus ella Kaj Leo glíða út, um tað skal vera ein miðvallaleikari. Síðani er spurningurin, um venjararnir ynskja at fáa øðrvísi typur inní hópin og har eru t.d. Atli Gregersen og Heini Vatnsdal góð boð. Serliga Atli, nú Hørður neyvan verður úttikin. Árni Frederiksberg og Finnur Justinussen eru leikararnir, sum ein tekur út, um man skal hava mál og upplegg frá leikarum, sum hava avrikað væl í Effodeikldini í ár, men teirra leiklutur verður neyvan stórur í fyrstu atløgu.




