Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingar í býnum

John William Joensen

Nógv ymisk tiltøk vóru í býnum, eftir at almenna hátíðarhaldið var liðugt.

Á økinum niðanfyri Christians kirkjuna, hevði Create skipað fyri forvitnisligum tiltakið fyri børnini. Tema var víkingar, og høvdu tey fingið hjálp frá víkingaklæddum hf-arum. 
Umframt at bjóða víkingunum av við at rætta tong, togtoga og skjóta boga og píl, var eisini møguleiki hjá børnunum at ríða á teimum upprunaligu føroysku rossunum, ið eisini vóru á økinum.
Trý forkunnug víkingatjøld settu eisini sín serliga dám á tiltakið.
Uttanfyri eina tjaldið stóðu beinkir klæddir við seyðaskinnið, sum stóðu skipaðir í ein sirkul við eldstaði í miðjuni. Á beinkinum sat ein víkingur og flættaði tog. Eisini stóð ein víkingagrýta klár við eldin, um svongd skuldi koma á.
Í einum øðrum tjaldið sat víkingatræsmiður og arbeiddi við einum træskurði. Í triðja tjaldinum sótu nakrar víkingakonur, ið gjørdu tólvtáttabond, eins og varð gjørt í víkingatíðini, og sum ikki er fremmant í Føroyum.
Ymisku tiltøkini vóru skipað soleiðis, at børnini fingu eina striku á hondina eftir at tey høvdu fullført uppgávurnar. Afturat áðurnevndu aktivitetunum, var eisini møguleiki at kasta við sekkjabóltum, at gera víkingaprýði úr perlum og at gita hvussu nógvar kúlur vóru í einari krukku. Fingu børnini fýra stikur á hondina, kundu tey fara til víkingahøvdingin og fáa eina eydnuberandi amulett um hálsin.