Eitt brotsspark, ið skuldi verið kolldømt vegna rangstøðu frammanundan, bleiv avgerandi.
Eins og væntað frammanundan, so bleiv tað javnt og málfátækt í finaluni um løgmanssteypið. Eitt mál kom, og tað skoraði Sølvi Vatnhamar uppá brotsspark móti endanum av dystinum. Brotssparkið burdi av røttum ikki komið, tí tá Martin K. Joensen bleiv spældur leysur, so var hann sambært upptøkunum rangstaddur. Tá tað er sagt, so var tað uppiborið, at Víkingur vann, tí Víkingur hevði fleiri stórar málmøguleikar enn KÍ í dystinum.
KÍ endaði sostatt kappingarárið 2022 við at tapa sín einasta dyst í heimligu kappingini.


