Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur eigur einki FM heitið yvirhøvður í landskapping í mansfótbóltsdeildunum

John William Joensen

KÍ er felagið sum hevur vunnið flest heiðursmerki av føroysku feløgunum, vísir samanteljing 2010 – 2015. Samanlagt hevur KÍ vunnið 32 heiðursmerki í lands- og steypakappingini í mans- og kvinnudeildunum frá 2010 til 2015. HB 25, B36 24, NSÍ 12, Víkingur 8, EB/STR 7, B68 6, FCS 4 og TB 2. Men KÍ skal heilt aftur til 2012 fyri at finna eina gullmedalju í landskappingini í mansdeildini og Víkingur hevur onga gullmedalju vunnið í landskapping í mannsdeildini síðan felagið var stovnað.

KÍ stendur seg ikki í kappingini á mannssíðuni og Víkingur hevur einkið Føroyameistaraheitið á manssíðuni at vísa á.

Á heimasíðuni hjá FSF eru ársfrágreiðingarnar aftur til 2010 at finna og her eru nøkur áhugaverd tøl.

Um vit hyggja eftir heiðursmerkjabýtinum í landskappingini (frároknað steypakappingar) fyri hesar deildirnar: EFFO-deildin, 1. Deild, 2. Deild, 3. Deild, Old Boys +45, Old Boys +35, Dreingir U18, Dreingir U16, Dreingir U14og Dreingir U12:

Gull medaljur 2010 til 2015:

B36 13

HB 12

NSÍ 7

KÍ 4

EB/STR 2

Víkingur 0

Heiðursmerkir (gull, silvur og bronsa) 2010 til 2015:

HB 27

B36 23

NSÍ 21

KÍ 12

Víkingur 9

Samanteljing heiðursmerki 2001til 2014.

Síðan 2001 hevur HB vunnið 11,1 heiðursmerki í miðal um árið, KÍ 10,07 heiðursmerkir, B36 8,7 heiðursmerkir, NSÍ 6,0 heiðursmerkir og Víkingur 4,1 heiðursmerkir.

Seinastu trý árini hevur KÍ tó klára seg verri enn felagið plagar og í 2014 náddi botnin við einans 4 heiðursmerkjum – og tað sæst kanska eisini aftur í vantandi umboðan á landsliðnum.