Víkingur vann sín triðja steypasigur og sín triðja finalusigur á EB/Streymi.
Dysturin endaði 2-0 og bæði málini komu tíðliga í dystinum, tá Víkingur vísti effektivitet. Fyrst legði Filip Djordjevic inn fyri úr vinstru og frammanfyri málinum stóð form sterki Finnur Justinussen og hann skoraði trygt. Løtu seinni var aftur mál, tá Sølvi Vatnhamar skoraði eftir langskot.
Tann støðan helt sær dystin út og hóast EB/Streymur royndi at trýsta og m.a. sendu teir Egil á Bø fram í álopið, so komu teir ikki til nógvar stórar mál møguleikar. Sostatt er Vikingur eins og í 2009 og 2012 steypavinnari eftir sigur á EB/Streymi.




