Víkingur fær meir enn 2 stig pr. dyst, tá teir spæla móti sínum trimum sterkastu avbjóðarum.
Hyggja vit eftir stigatalvuni, so sæst at sera tætt er í toppinum. Tí kunnu toppdystirnir blíva avgerandi og har sær tað best út hjá Víkingi og B36. Men liðini hava ein dyst eftir móti øllum liðum umframt at skula spæla tvær ferðir móti einum liði. Hjá serliga Víkingi er trupulleikin størri móti miðal 3, tí móti KÍ, ÍF og TB hevur liðið bara fingið 6 av 15.
Stigatalvan fyri dystir móti topp 3 verður roknað soleiðis, at tá talt verður fyri topp 3 liðini sjálvi, so telur nummar 4 við.
Stigatalvan fyri hvussu liðini standa seg móti teimum trimum sterkastu mótstøðuliðunum í deildini sær soleiðis út:
1. Víkingur 11 stig (av 18 møguligum)
2. B36 10 stig (av 18 møguligum)
3.-5. KÍ, NSÍ og HB 5 stig (av 18 møguligum)
6. ÍF 4 stig (av 15 møguligum)
7.-8. TB og AB 2 stig (av 15 møguligum)
9. EB/Streymur 1 stig (av 18 møguligum)
10. FC Suðuroy 0 stig (av 18 møguligum)
Víkingur móti:
Topp 3: 11 (av 18)
Miðal 3: 6 (av 15)
Botn 3: 16 (av 18)




