Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur er føroyameistari 2017

Jákup Ósá

Annað árið á rað er Víkingur føroyameistari.

Annað árið á rað er Víkingur føroyameistari.

Víkingur var føroyameistari við 99,9 prosent vissu undan seinasta umfarinum. Víkingur tapti og KÍ vann, men málmunurin var so mikið stórur, at spenningur kom ongantíð í dystin um føroyameistaraheitið í dag.

Víkingur er føroyameistari 2017 og hevur tað fult uppiborið. Víkingur hevur ligið á odda í langa tíð og leiðslan var so mikið trygg, at liðið hevði ráð at tapa tríggjar dystir í seinasta triðinginum av kappingini. Norðlýsið ynskir Víkingi og øllum í Eysturkommunu hjartaliga til lukku við føroyameistaraheitinum 2017!

Mynd: Álvur Haraldsen