Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur frá síni bestu síðu

Jákup Ósá

Dystarfrásøgn: Við einum hugburði,sum sjáldan er at síggja hjá vitjandi liðum í Gundadali, vannVíkingur seg fult uppiborið víðari í 4. finaluna á rað íkappingini um løgmanssteypið. Og avrikið í kvøld kann øllEystur Kommuna vera stolt av.

Var fyrra hálvfinalan í Sarpugerðieitt vónbrot, sum komst av ymiskum fortreytum, so livdi dysturin íkvøld millum B36 og Víking upp til tað, ið vit kunnu vænta íeinari hálvfinalu.

Tað sást longu áðrenn dystarbyrjan,at áskoðararnir hjá Víkingi ætlaðu ikki, at teirra parturskuldi liggja eftir. Bygdarskýlið var so væl uppfylt, sum vitsjáldan síggja tað, og tá skal havast í huga, at dysturin varspældur eitt mikukvøld kl. 18.30.

Og á vøllinum fingu mongu Víkingaáskoðararnir eisini eitt fantastiskt avrik frá sínum liði.Víkingur tapti fyrra dystin 1-0 og tí var einki at bíða við íhesum dystinum, men at leypa á og tað var tað, sum teir gjørdubeinanvegin. Í mun til fyrra dystin, so vóru Bárður Hansen, SølviVatnhamar og Andreas Lava Olsen við hesaferð og tað munaði nógví skapandi spælinum, meðan Gunnar Vatnhamar kom væl frá heldurløttu uppgávuni sum avloysari hjá Atla Gregersen í miðverjuni,har Víkinga verjan sjáldan kom undir trýst. Hjá B36 í dag sóuvit enn eitt dømi um, at ein lítil leiðsla frá fyrra dystinumikki altíð er ein fyrimunir til seinna dystin, har tapandi liðiðí fyrra dystinum ofta kemur við øllum beinanvegin og einki hevurat tapa.

Víkingur sat á øllum

Ágangandi spælið hjá Víkingi gavúrslit beinanvegin. Í frísparksstøðu svóvu B36 leikararnir ogso kundi Bárður Hansen sleppa í góða skotstøðu. Bólturinhevði helst ikki farið í málið, men tætt við mállinjunastýrdi B36 leikari bóltinum í málið, so talan var um sjálvmál.Víkingur helt á at trýsta og tað var ikki hugsningur um at traðkaá bremsuna. Um allan vøllin var stórt trýst lagt á B36. Seinastu10 minuttirnar í fyrra hálvleiki dalaði leikferðin nakað eins ogB36 seinasta korterið av fyrra hálvleiki kom betri við í dystinog fekk skapt onkrar smærri møguleikar.

Lønin kom til endans

Í hálvleikinum høvdu Víkingaleikararnir aftur fylt í battarí’ini og so bleiv aftur koyrt á.Mynstrið var tað sama sum fyrsta hálva tíman. Víkingur sat ádystinum og hóast tað ikki altíð var við so vøkrum tekniskumfótbóltsspæli, so skapti Víkingur nógvar vandastøður, hóastB36 verjan, sum ikki fekk nógva hjálp frá miðvøllinum, sum heildstóð seg væl móti trýstinum, tí gjøgnum allan dystin fekkVíkingur ikki so nógvar heilt stórar møguleikar, sum trýstiðannars kundi lagt upp til.. Tey flestu hildu nokk, at Víkingaleikararnir ikki kundu halda hesa leikferðina allan dystin, men sovar ikki, hóast dysturin móti endanum javnaði seg nakað útaftur. Og móti endanum fekk Víkingur uppiborna 2-0 málið, táFilip Djordjevic bleiv spældur púra leysur og kundi økja til 2-0.Við tí málinum var dysturin avgjørdur, tá tá skuldi B36 hava 2mál.

Ikki dagurin hjá B36

Hetta var ikki dagurin hjá B36, sumkanska spældi sín vánaligasta dyst hetta kappingarárið.Fortreytirnar vóru heldur ikki tær bestu. Alt kappingarárið havaAlex Mellemgaard og Jónas Tór Næs sitið uttanfyri við skaða ogundan dystinum í kvøld vóru hvørki Gestur B. Dam ella Hans PauliSamuelsen førir fyri at byrja inni vegna skaðar. Og inni í seinnahálvleiki var Lukasz Cieslewicz heldur ikki førur fyri at spælameir. Alt hetta var viðvirkandi til, at B36 fekk tað trupult.Afturat hesum hevði Róaldur Jakobsen á B36 miðvøllinum einsjáldsama ringan dag. Tó kunnu tey í B36 frøast um, at taðgongur framá í steypakappingini, tí hetta er fyrstu ferð ífleiri ár, at felagið er komið í hálvfinalurnar.

Steypaliðið vil allan vegin

Tað sá svart út áðrenn dystin íkvøld og tað á svart út fleiri ferðir í Fuglafirði, táVíkingur spældi kvartfinalu móti ÍF. Men úrslitið er, atVíkingur er í steypafinaluni 4. árið á rað. Og spyr ein onkranav teimum mongu áskoðarunum hjá Víkingi, so føldist sigurin íkvøld kanska næstan eins væl sum onkur steypafinala. Tí hetta varVíkingur uppá tað besta. Liðið hevur nakað yvir sær, tá taðvitjar t.d. bæði havnarfeløgini, sum t.d. KÍ og NSÍ sjáldanhava. Tað er eingin virðing yvirhøvur og tað verður koyrt á tiltað tekur við ræðuliga ágangandi spæli. At so onkur taklingkemur eitt sindur ov seint má so vera har við, men teir í Víkingifóru ongantíð útum mark hendan dystin, hvat ljótum spæliviðvíkur. Víkingur hevur enn einaferð prógvað, at tað ersteypaliðið yvir øllum hesin seinastu árini. Dysturin í kvøldvið einum fantastiskum uppbakningi frá nógvum áskoðarum og einumfantastiskum vilja og stríðsanda frá leikarunum verður nokkfyribils ein av teimum meira minniligu hjá teimum í Eystur Kommunu.

Harleyfacadeacryl