Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur hevur 7 sigrar á rað móti NSÍ

Jákup Ósá

NSÍ hevur ikki hagtølini við sær undan toppdystinum í Runavík sunnudagin.

Bæði í 2015 og 2014 hevur gingið sera illa hjá NSÍ, tá mótstøðuliðið hevur verið Víkingur. Og ofta hevur talan verið um stórsigrar til Víking í hesum dystum.

2015

Víkingur-NSÍ 5-1

NSÍ-Víkingur 2-4

Víkingur-NSÍ 3-1

Steypafinala: NSÍ-Víkingur 0-3

2014

Víkingur-NSÍ 3-0

NSÍ-Víkingur 0-2

Víkingur-NSÍ 6-1

Sostatt hevur Víkingur vunnið allar 7 teir seinastu dystirnar móti NSÍ við einari samlaðari málúrtøku á 26-5!

Í 2013 vann NSÍ tveir av trimum dystum á Víkingi og skoraði ikki færri enn 8 mál hesar tríggjar dystirnar, so vit skulu tó ikki so nógv ár aftur fyri at síggja, at tað ber til hjá NSÍ at vinna á grannunum norðanfyri.