Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Víkingur hevur bara ein sigur síðstu 23 dystirnar móti KÍ

Jákup Ósá

Hagtølini eru við KÍ undan toppdystinum leygarkvøldið.

Vit skulu aftur til 2014 fyri at finna næstseinasta sigurin hjá Víkingi móti KÍ í lands- ella kappingini um løgmanssteypið. Síðstu 23 innanhýsis dystirnar hevur Víkingur bara einaferð vunnið móti KÍ. Tað var í 2018, tá Víkingur vann 2-1 í Klaksvík.

Leygarkvøldið kl. 18.30 møtast KÍ-Víkingur í toppdysti í Klaksvík.