Innkøstini hjá Víkingi vísa seg at vera óvanliga effektiv í ár.
Innkøstini hjá Víkingi vísa seg at vera óvanliga effektiv í ár.
21 umfør eru leikt og føroyameistaraheitið sær framvegis út til at enda hjá verandi føroyameistarum úr Víkingi. 5 stig og ein betri málúrtøka er niður til næsta liðið og 18 stig eru eftir at spæla um.
Tað sum hevur eyðkent ársins Víkinga lið er, at tað hevur verið óvanliga vandamikið uppá deyðbóltsstøður. 71 prosent av málunum (36 av 51 málum) eru komin uppá deyðbóltsstøður. Liðið hevur leikarar sum kasta long innkøst, skjóta neyv hornaspørk og fríspørk og sum eru sterkir í nærdystum, tá bólturin skal í málið. Tá vísir tað seg at vera trupult at verja fyri, hóast mótstøðuliðini helst altíð eru varug við styrkina í hesum støðum hjá Víkingi.
Eitt, sum er sermerkt, er, at ikki færri enn 10 mál eru komin eftir innkast støður. Hetta vikuskiftið sóu vit, at tvey av trimum málum hjá Víkingi móti 07 Vestur komu eftir innkast støður. Tað liðið sum hevur næst flest mál uppá innkast støður hevur 5 mál.




