Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur hevur spælt seg víðari í Champions League

Jákup Ósá

Við flottum stórsigri í Kosovo móti Trepca 89 hevur tað eydnast Víkingi at spælt seg víðari til næsta umfar í Champions League. Eitt gott úrslit fyri Víking og føroyskan fótbólt.

Víkingur hevði brúkiligt úrslit eftir 2-1 sigur á heimavølli. Men í Kosovo var væntandi, at uppgávan bleiv truplari. Men Víkingur loysti uppgávuna. Uppgávan bleiv lættari eftir 33 minuttir, tá Trepca 89 misti ein leikara vegna reytt kort. Sorin Anghel legði Víking á odda stutt eftir og beint áðrenn hálvleik gjørdi Trepca 89 sjálvmál. 2-0 til Víking og so skuldi Trepca 89 skora fýra mál, sum var lítið sannlíkt við einum leikara fleiri.

Í seinna hálvleiki økti Víkingur tvær ferðir áðrenn Trepca 89 fekk eitt troystarmál. Sostatt vann Víkingur seg víðari við 4-1 sigri og skal møta íslendsku meistarunum úr FH í sera áhugaverdari uppgerð. Vanliga verður mett, at íslendskur fótbóltur (feløg og ikki landslið) er eitt hakk omanfyri føroyskan, men munurin er ikki so stórur, tí føroyskt lið hava fyrr fleiri ferðir fingið góð úrslit móti íslendskum liðum.