Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur – KÍ 3-3 (1-2): KÍ misti á stokkinum

Norðlýsið ÍTROTTUR

Ikki fyrr enn væl inni í yvirtíðini av dystinum eydnaðist tað Víkingi at javna til 3-3 ímóti KÍ,

men tá hevði heimaliðið eisini trýst bæði væl og leingi, so javnleikurin var uppiborin.

John Hammer byrjaði málskjótingina heilt tíðliga í dystinum, tá ið hann við einum kvikum og sera góðum skoti legði KÍ framum 1-0.

Nakað inn í dystin javnaði Víkingur til 1-1.

Tað vóru tveir dagsins leikarar – ein á hvørjum liði – sum við hvør sínum tveimum málum høvdu størstu ávirkanina á úrslitið av hesum dystinum.

Rodrigo vísti í hesum dystinum, hvussu góðan leikarar KÍ eigur í honum, tá ið hann – hóast skaddur – ferð eftir ferð fintaði seg fram við víkingunum. Fyrra málið hjá honum kom eftir ein framúr einmansavrik seint í fyrra hálvleiki, tá ið hann legði KÍ framum 2-1 eftir at hava fintað fleiri mótstøðuleikarar á brotsteigarmarkinum, og hitt seinna var tíðliga í seinna hálvleiki, sum hann skallaði hegnsliga fram við málverjanum eftir eitt fríspark úr vinstru, sum Rodrigo sjálvur hevði vunnið fyri KÍ.

Nú var støðan 3-1 til KÍ, og tey flestu mundu nú rokna við, at gestirnir úr Klaksvík fóru at vinna hendan dystin.

Men tað var ein leikari á heimaliðnum, sum hevði aðrar ætlanir. Hetta var hin dagsins leikarin, Andrias á Lava Olsen, sum við tveimum málum bjargaði Víkingi frá ósigri. Fyrra málið var ein sonn perla, tá ið hann minkaði til 2-3 – eitt dundrandi langskot heilt langt útifrá, sum streyk í mál heilt uppi í málhorninum aftur um sjálvan landsliðsmálmannin – og tað seinna kom væl inni í yvirtíðini, tá ið hann javnaði til 3-3 eftir klumpspæl í KÍ-brotsteiginum.

Um nakað lið hevði uppiborið at vinna dystin, so mundi tað vera Víkingur, tí teir høvdu samanumtikið væl fleiri álop enn KÍ, men hinvegin vístu teir ikki serliga gott hegni til at avslutta álopini, tí flestu málroyndirnar fóru við síðuna av málinum ella uppum.

Tó skal sigast, at Jákup Mikkelsen gjørdi nakrar framúr góðar bjargingar, og hann vísti harvið enn einaferð, at hann er virðismikil fyri KÍ-liðið, sum í løtuni er í eini uppbyggjandi fasu við lutfalsliga nógvum ungum monnum á liðnum.

Besta bjargingin hjá Jákupi mundi vera á leið 10 minuttir eftir hálvleikssteðgin, tá ið tey flestu mundu síggja harða skallaran frá Víkingi í málinum, men við einari ótrúligari refleksbjarging, sló Jákup bóltin upp um málið og út til hornaspark.

Umleið eitt korter inn í seinna hálvleik kendu KÍ-venjararnir seg noyddar at skifta Rodrigo út, tí skaðin, sum hann dragist við, var farin at arga í so illa.

Eftir hesa útskiftingina var fremri parturin av KÍ-liðnum, allur sum hann var, mannaður við heilt ungum leikarum.
Í vinstra borði var Álvur Christiansen, sum í hálvleikinum var komin inn fyri Sigmund Jacobsen, mitt á miðjuni var Eli Simonsen, sum var komin inn fyri Rodrigo, síðan var John Hammer nakað úti í høgru, og heilt frammi var Kristoffur Jakobsen.

Hesri eru allir ungir og evnaríkir leikarar, sum geva bjartar vónir um framtíðina hjá KÍ.
Hinvegin er givið, at teir ikki enn hava fingið ta tyngd, sum eitt nú Rodrigo gevur liðnum, tá ið hann er inni í álopinum, og hetta mundi vera ein orsøkin til, at KÍ-liðið varð trýst so langt aftur á vøllin, sum tilfeldið var.

KÍ vóru rárir gestir í Víkinga-brotsteiginum í seinna hálvleiki, men tó vóru teir nakrar ferðir framvið. Tað einu ferðina var Víkingur í stórum trupulleikum, tá ið John Hammer fekk slitið seg leysan við bóltinum á sjálvum brotsteigarmarkinum, soleiðis at Niclas Niclasen kendi seg noyddan at hála í neyðbremsuna og fella John Hammer, sum fór sendandi langt inn í brotsteigin. Nú roknaðu nógvir av klaksvíkingunum við vøllin, at dómarin fór at taka tað reyða kortið fram, tí Niclas var aftasti maður, tá ið hann feldi John, men kortið hjá dómaranum var gult, og hann dømdi ikki brotsspark, men fríspark beint við brotsteigarmarkið, sum ikki gav mál til KÍ.

Hetta KÍ-álopið fór fram stutt áðrenn leiklok, men annars vóru tað víkingarnir, sum trýstu og trýstu, og tað gav at enda úrslit, tá ið Andrias á Lava javnaði nakrar minuttir inn í yvirtíðina.

3-3 í Sarpigerði, og so blivu KÍ og Víkingur liggjandi, har tey vóru lið um lið – nú við 9 stigum í part.

Harleywoodpaint