Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur leitar eftir útlendskum álopsleikara

Jákup Ósá

Sámal Erik Hentze sigur, at Víkingur arbeiðir við at fáa ein álopsleikara.

– Vit vita ikki heilt vist, hvussu verður við Jón Krosslá Poulsen og tí ynskja vit at tryggja okkum á álopsplássinum. Tí vit hava ongan. Eg síggi Andreas Lava Olsen fyrst og fremst sum kant og tað verður har, at hann sum útgangsstøðið kemur at spæla í ár. Tað er ein typa, sum skal klára at taka ímóti bóltinum og leggja hann av, sigur Sámal Erik Hentze sum eisini staðfestir, at Víkingur bara hyggur uttanlands eftir hesum álopsleikaranum.

Sum skilst er fyrrverandi KÍ álopsleikarin Kenan Hajdarevic ein av álopsleikarunum, sum Víkingur hevur hugt eftir, men tað tykist tó greitt, at hetta verður av ongum. In.fo hevur sett álopsleikaran Øss Dalbúð í samband við m.a. Víking og KÍ, men sambært góðum keldum hjá Norðlýsinum hava hvørki av hesum liðunum víst áhuga fyri Øssi. KÍ hópurin er endaligur, meðan Víkingur hyggur eftir einari øðrvísi ‘typu’ samstundis sum venjarin hjá Víkingi staðfestir, at felagið bara hyggur eftir útlendskum álopsleikarum.

B36 og NSÍ eru sterkastu avbjóðarar

Venjarin hjá Víkingi væntar, at harðasta kappingin um FM kemur frá B36 og NSÍ, men hann vil ó ikki avskriva HB og KÍ.

– B36 og NSÍ síggja øgiliga sterk út. Síðani hava vit HB, sum kann koma langt, um teir fáa tað at koyra. Og KÍ hevur gott fólk, so man veit ongantíð við teimum, sigur Sámal Erik Hentze.

Venjarin hjá Víkingi sigur, at Víkingur verður uttan Bárður Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Hans Paula Samuelsen og Jón Krosslá Poulsen í kvøld. Men hann væntar, at allir uttan Jón Krosslá vera klárir til 1. umfar í landskappingini um eina viku.