Í kvøld spælir Víkingur í Champions League á heimavølli.
Víkingur møtir Trepca 89 úr Kosovo og sjáldan áður hava vit vita so lítið um eitt mótstøðulið hjá føroysku liðunum sum hesaferð. Í fyrstu atløgu kann eitt lið frá Kosovo ljóða sum ein uppgáva, har eutt føroyskt liðið kann hava møguleika. Skal ein taka venjingardystirnir sum útgangsstøðið, so er talan um sterkt mótstøðulið, sum seinastu tíðina hevur vunnið á liði úr bestu deildini í Rumenia og spælt javnt móti liði úr bestu deildini í Slovenia. Men eisini er trupult at fáa upplýsingar um hesar dystir, og um mótstøðuliðini t.d. stillaðu upp við sterkastu liðunum ella um tað vóru eykaleikarar.
Hjá Víkingi hava Hans Jørgen Djurhuus og Andreas Lava Olsen leikbann. Hjá Víkingi hevur tað stóran týdning at fáa eitt gott úrslit á heimavølli. Tí í Kosovo kann liðið vænta truplar umstøður. Ikki minst við hitanum. Summar av komandi døgunum liggur miðalhitin omanfyri 30 hitastig.
Víkingur og Trepca 89 spæla á Tórsvølli í kvøld kl. 19.00 og Víkingur boðar frá, at tað er ókeypis atgongd til dystin.




