Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur-NSÍ: Hvør skal elta B36?

Jákup Ósá

Serliga Víkingur er trýst undan dystinum millum nummar 2 og 3, sum seinastu umførini eru dottin væl afturum B36.

Mikukvøldið kl. 18.00 verður avgerandi dystur í Sarpugerði millum grannarnar Víking og NSÍ. Dysturin hevur stóran týdning í FM stríðnum, tí hetta eru nummar 2 og 3 sum møtast. NSÍ er 5 stig aftanfyri oddaliðið B36, meðan Víkingur er 7 stig aftanfyri.

Víkingur-NSÍ (Tipping)

Tað stendur nógv uppá spæl her. Serliga hjá Víkingi er stórt trýst á, tí seinastu tvey umførini hava bara givið tveir javnleikir, og nú er Víkingur í vanda fyri at enda har sum tað plagar. T.v.s. úti av FM stríðnum áðrenn sjálvan endaspurtin. Hjá NSÍ er einki trýst á, tí liðið liggur væl hægri enn væntað frammanundan og endar liðið t.d. nummar 3, so er tað eingin vanlukka. Tað hevur avgerandi týdning fyri NSÍ, at Klæmint A. Olsen verður klárur, tí NSÍ hevur havt tað trupult í toppdystunum í ár, og enn hevur liðið ikki vunnið móti B36 ella Víkingi. Víkingur hevur í tveimum dystum skorað ikki færri enn 9 mál móti NSÍ, so runavíkingar hava nakað at hugsa um í verjupartinum. Víkingur hevur ein dyst eftir móti B36, og tí kann liðið koma inn aftur í FM stríðið, men eitt tykist nokkso vist í løtuni og tað er, at vinnur Víkingur ikki allar 7 dystirnar, ið eru eftir at spæla, so hevur liðið ongan møguleika at vinna FM. Hjá NSÍ er hetta truplasti dystur, ið er eftir, tí aftaná eigur liðið at hava møguleika til at fáa fult stigatal fyri seinastu 6 dystirnar, har 4 eru á heimavølli. Víkingur er á heimavølli, hevur betri innanhýsis tak, hevur ikki tapt í longri tíð og er undir størri trýsti fyri at vinna dystin. Tí eitt 1-tal her. Tipping: 1 (4-2)

Hagtøl um liðini:

Toppskjúttar

Víkingur:

13 mál: Finnur Justinussen

11 mál: Andreas Lava Olsen

5 mál: Heðin Hansen og Hanus Jacobsen

NSÍ:

18 mál: Klæmint A. Olsen

8 mál: Pól Jóhannus Justinussen

6 mál: Jónhard Frederiksberg

5 mál: Árni Frederiksberg og Magnus H. Olsen

Upplegg

Víkingur:

8 upplegg: Finnur Justinussen

6 upplegg: Súni Olsen og Hanus Jacobsen

NSÍ:

8 upplegg: Árni Frederiksberg, Einar Tróndargjógv og Magnus H. Olsen

7 upplegg: Jann Martin Mortensen

Skorað mál uppá deyðbóltsstøður

Víkingur: 13

NSÍ: 16

Latið mál inn uppá deyðbóltsstøður

Víkingur: 13

NSÍ: 15