Bæði liðini í Europa League kappingunum fáa frí frá Effodeildini millum báðar dystirnar.
Í komandi viku skal EB/Streymur leika í Georgia í Champions League móti Dynamo Tbilisi, meðan Víkingur skal spæla í Rumenia móti Petrolul. Bæði liðini áttu av røttum at leikt í Effodeildini komandi vikuskifti, sum er millum dystirnar í Europa. Men dystirnir EB/Streymur-NSÍ og 07Vestur-Víkingur eru útsettir til 18. september.
Sostatt vera bara tríggir dystir komandi umfar:
HB-KÍ
ÍF-TB
AB-B36




