Myndarøð: Tað var klassamunur á liðunum í fyrra hálvleiki, tá Víkingur avgjørdi dystin, sum fyribils var um 2. plássið. Sostatt livir FM vónin hjá Víkingi enn.
Víkingur hevur í tveimum dystum fyrr í ár blást NSÍ um koll við ágangandi álopsspæli, har málini eru skolað inn hjá NSÍ. Og soleiðis var aftur í kvøld í fyrra hálvleiki. Víkingur kom á odda 3-0 og munurin kundi enntá verið størri í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki fekk NSÍ betri tamarhald á dystinum og NSÍ átti munin allan seinna hálvleik tó uttan at stigini hjá Víkingi nakrantíð vóru í vanda.
Við sigrinum legði Víkingur seg á 2. plássið og 4 stig eru upp til B36, ið hevur leikt ein dyst færri. So hóast B36 nú er stórur favorittur at endurvinna FM, so livur vónin hjá Víkingi, sum hevur ein dyst eftir móti B36.
Niðanfyri eru myndir frá dystinum av leikarunum og serliga teimum mongu spentu áskoðarunum.




