Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur stríddist

Jákup Ósá

Harða arbeiði gav úrslit, tá Víkingur megnaði at tryggja føroyskum felagsfótbólti ein týðandi javnleik í Europa League.

Tað byrjaði rættuliga rótut og skjótt sást, at finska liðið var ikki ræðandi. FC Inter Turku kom tó á odda eftir hornaspark, men Víkingur fótaði sær, og hevði tveir góðar møguleikar áðrenn steðgin. Serliga Finnur Justinussen, ið annars leikti ein góðan dyst, skuldi havt fingið meira burturúr.

Í seinna hálvleiki hevði Víkingur vindin undan, og dysturin var eisini rættuliga javnur. Tá so eitt korter var eftir eydnaðist at javna. Gott innlegg frá Bárði Hansen endaði á pannuni á Finni Justinussen og hóast hann skallaði beint á málverjan, so endaði bólturin í málinum. Løtu seinni fekk Sølvi Vatnhamar sítt seinna gula kort. Við 10 móti 11 kom nærmast panikkur í liðið hjá Víkingi, sum næstan ikki fekk bóltin framum miðjuna.

Men tað helt út og hart arbeiðandi Víkingarnir fingu løn fyri stríðið, hóast fótbóltsspælið ikki var so gott. Fyri føroyskan fótbólt var tað eisini gott at fáa ein javnleik, tá ein hugsar um styrkismetingina framyvir.

Mynd: Álvur Haraldsen

Harleyfacadeacryl