Víkingur og KÍ spældu fyrsta venjingardystin í Sarpugerði í kvøld.
Víkingur og KÍ spældu fyrsta venjingardystin í Sarpugerði í kvøld.
Víkingur og KÍ spældu fyrsta venjingardystin hjá liðunum báðum í kvøld. Spælt bleiv fýra ferðir 20 minuttir. Endaliga úrslitið gjørdist 1-0 til Víking við máli, sum Heðin Hansen skoraði í fyrsta hálvleikinum. Bæði liðini høvdu fleiri møguleikar at skora fleiri mál og kanska átti Víkingur munin í stórum møguleikum. Nærmast við hjá KÍ kom innskifti Henry Heinesen, sum kanska var mest sannførandi KÍ leikarin, tá hann skeyt á yvirleggjaran.
KÍ spælir aftur sunnudagin í Runavík móti NSÍ.




