Uttan at yvirhøvur taka nakað stórspæl fram, so hevði Víkingur ikki stórvegis trupulleikar av at fáa eitt gott úrslit á Skála í fyrru hálvfinaluni.
Talan var um lága leikferð og lítið skipað spæl, tá Skála og Víkingur møttust á Skála í kvøld. Skála byrjaði betri, men skjótt gekk til Víkingur fekk tamarhald á og restina av dystinum stýrdi Víkingur fyri tað mesta uttan at spæla væl. Tað lá ongantíð í luftini, at Skála skuldi vinna dystin. Fáir stórir møguleikar vóru í dystinum, og tað sá út til at enda 0-0, men móti endanum av dystinum skallaði Erling Jacobsen eitt hornasparksinnlegg í málið. Beint eftir hevði Arnold Berg stóran møguleika eftir innlegg, men skallarin fór viðsíðuna av. Hóast Víkingar ikki sóu beinleiðis ónøgdir út við 0-0 úrslitið, so gjørdi hetta útivallarmálið stóran mun, tí nú fekk Víkingur eitt sera gott útgangsstøðið til seinna dystin. At steypakappingin hevur nógv at siga fyri Víking sást á áskoðaraplássinum, har stór áskoðarafjøld úr Eystur Kommunu var kom at stuðla sínum liði.
Venjarin hjá Víkingi Sámal Erik Hentze var tó alt annað enn nøgdur við spælið hjá Víkingi.
– Fyrri hálvleikur var miðal minus og seinni hálvleikur var forferdiligur. Vit høvdu avtalað at fara út og royna at avgera dystin fyrstu 20 minuttirnar, men hetta miseydnaðist. Vit eru ov ótolnir og spæla ov skjótt við longum bóltum. Vit spæla ikki sum vit plaga. Teir vinna fyrsta bóltin og fara avstað við næsta bóltinum, og er tað nakað sum Skála dugur, so er tað júst tað. So í veruleikanum spældu vit soleiðis, at teir blivu sterkir. Ein dystur sum hetta her, ið koyrir aftur og fram, hann kann fara báðar vegir. Fá teir ein kjans, so er mál. Men eg haldi vit hava stýr á tí uppá tann mátan, at teir hótta okkum ikki nakað serligt, tí teir hava einki at koma við. Tað eru langir bóltar og so er spurningurin, hvar enda teir. Men tað er ringt at spæla á Skála og teir hava eitt fínt lið, so vit skulu ikki taka nakað fyri givið, tí tað er bara 1-0 enn, segði Sámal Erik Hentze við Norðlýsið eftir dystin.




