Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur vann móti Skála í gjár

Jákup Ósá

Adeshina Lawal og Tonni Thomsen skoraðu annan dystin á rað.

Adeshina Lawal og Tonni Thomsen skoraðu annan dystin á rað.

Í gjár spældu Víkingur og Skála venjingardyst í Sarpugerði í Norðragøtu. Skála legði seg á odda 1-0, men Víkingur svaraði aftur og vann at enda 3-1. Aftur hesaferð skoraði Adeshina Lawal og Tonni Thomsen, ið báðir eru álopsleikarar, fyri Víking. Adeshina Lawal kenna tey flestu, tí hann hevur í fleiri ár verið millum profilarnir í føroyskum fótbólti. Men Tonni Thomsen er nýtt navn á hægsta støði. Hann er sonur GÍ legenduna Sámal Joensen. Tonni er 17 ára gamal og skoraði ikki færri enn 24 mál í 46 dystum fyri 1.deild og U18 hjá Víkingi í fjør.

Víkingur-Skála 3-1

0-1: Jákup Johansen

1-1: Adeshina Lawal

2-1: Atli Gregersen

3-1: Tonni Thomsen

Víkingur byrjaði við hesum liðnum: Elias Rasmussen – Gert Hansen, Atli Gregersen, Óla Kristian Jacobsen, Hanus Jacobsen – Andreas Lava Olsen, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Magnus Jarnskor – Filip Djordjevic – Adeshina Lawal. Seinni komu Fannhard Skoradal, Jákup Vatnhamar, Hans Jákup Lervig og Tonni Thomsen á vøllin. Hjá Víkingi manglaðu m.a. Erling Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus, Sorin Anghel, Heðin Hansen og Hans Pauli Samuelsen.