Víkingur hevur longu vunnið seg væl framum nærkastu kappingarneytarnar frá í fjør.
Víkingur hevur longu vunnið seg væl framum nærmastu kappingarneytarnar frá í fjør.
Nú HB og B36 møttust eins og KÍ og NSÍ, so skrivaðu vit undan dystinum, at hetta kundi blíva eitt umfar, har Víkingur bleiv stóri vinnarin. Og tað var hetta, sum hendi. Báðir dystirnir millum HB-B36 og KÍ-NSÍ endaðu við javnleiki, meðan Víkingur vann greiðan sigur á uppflytarunum úr EB/Streymi. Hesi úrslitini gjørdu, at Víkingur nú hevur fingið ein so greiðan mun niður til hini toppliðini í fjør, at meir enn eitt umfar skal til fyri at fáa teir aftur. Víkingur er 4 stig frammanfyri KÍ og HB, 6 stig frammanfyri B36 og 7 stig frammanfyri NSÍ.
Stigatalvan í løtuni er hendan:
1. Víkingur 10 stig
2. TB/FCS/Royn 9 stig
3. KÍ 6 stig
4. HB 6 stig
5. B36 4 stig
6. ÍF 4 stig
7. EB/Streymur 4 stig
8. NSÍ 3 stig
9. 07 Vestur 3 stig
10. Skála 2 stig




