Nýggja oddaliðið hevur fingið sera góð úrslit eftir summarsteðgin.
24 av 27 møguligum stigum. Tað er úrtøkan hjá Víkingi eftir summarsteðgin í ár. Og vinnur Víkingur sínar báðar seinastu dystir og harvið føroyameistaraheitið so er eingin ivi um, at talan er um fult uppibornan sigur, tá eitt lið er so væl fyri eftir summarsteðgin. Víkingur er tað liðið, sum hevur fingið nógv flest stig eftir summarsteðgin. Nakað aftanfyri á 2. plássi eftir summarsteðgin kemur komandi mótstøðuliðið hjá Víkingi, sum er B36.
Stigatalvan fyri teir 9 dystirnar eftir summarsteðgin sær soleiðis út:
Víkingur 24 stig
B3620
NSÍ 19
KÍ 16
HB 14
TB 12
ÍF 10
AB 9
Skála 7
B68 0




