Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur vísti FM klassa og er oddalið

Jákup Ósá

Uttan fimm lyklaleikarar vann Víkingur stórsigur á TB í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin.

Uttan fimm lyklaleikarar vann Víkingur stórsigur á TB í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin.

Bárður Hansen, Erling Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus, Súni Olsen og Andreas Lava Olsen. Alt núverandi ella fyrrverandi landsliðsleikarar. Men hesir vóru ikki tøkir hjá Víkingi í dag. Spurnartekin hevur verið sett við breiddina hjá Víkingi, men hon stóð royndina í dag. Tað hoyrir tó við til søguna, at TB eisini manglaði fleiri leikarar. Hóast tað ikki var so stórur munur á liðunum í fyrra hálvleiki, tá TB eisini hevði onkran stóran mál møguleika, so var úrslitið tað, at Víkingur at enda vann ein stórsigur á 7-2. Hetta er størsti sigurin hjá Víkingi í ár og størsta tapið hjá TB í ár. At Víkingur kann vinna stórsigur uttan so nógvar lyklaleikarar staðfestir, at Víkingur kann fara allan vegin í ár.

Við sigrinum er Víkingur fyribils oddalið í Effodeildini, og hetta var fimti sigurin á rað.

Harleyfacadeacryl