Terji Nielsen er settur í starv sum nýggjur blaðstjóri á Vikublaðnum
Vikublaðið hevur í dag sett Terja Nielsen í starv sum nýggjan blaðstjóra á blaðnum. Terji er 35 ára gamal, og hann hevur starvast á Vikublaðnum síðani apríl mánað í ár. Høvuðsuppgávan hjá honum hetta fyrsta hálva árið hevur verið at leggja lunnar undir og menna nýggja tíðindaportalin hjá Vikublaðnum, www.vikublad.fo, men nú tekur hann so við sum blaðstjóri.
Terji er útbúgvin lærari, og hann hevur áður eitt nú starvast sum tíðindafólk á Sosialinum og sum kunningarleiðari í Vágum. Umframt sjálvt Vikublaðið, sum verður borið í hvørt hús í landinum, kemur Terji eisini at hava ábyrgd av tíðindaheimasíðuni hjá blaðnum, www.vikublad.fo.
Fyrrverandi blaðstjórin á Vikublaðnum, Petur Mohr Reinert, verður sostatt loystur úr sessinum, og hann fer nú burturav at taka sær av mongu uppgávunum hjá lýsingarfyritøkuni Petur & Petur, sum eigur Vikublaðið.
Bæði Vikublaðið og Petur & Petur eru í stórum vøkstri, og júst stóra menningin av fyritøkunum báðum er høvuðsorsøkin til bygnaðarbroytingarnar, ið nú eru framdar.
Í fyritøkunum báðum starvast nú tilsamans 17 fólk.




