Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vikuskifti í Christianskirkjuni

Oliver Joensen

Fríggjadagin, 4 desember, frá kl. 15-17, verður jólahugni í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni. Tað verður ymist á skránni.

 Petur Jacob Sigvardsen fer at hugleiða um gamlar jólasiðir í Føroyum. Eisini fara vit at syngja advents- og jólasálmar, ið Petur Jacob hevur skrivað. Ein góð jólasøga verður lisin og gentur koma at ganga luciagond Ein góður drekkamuður og burturlutan verður eisini, á skránni.
Sunnudagin hin 6 des, 2.sunnudag í advent verður ein familjuguðstænasta kl.11.00. Har verður ymist á skránni, vit koma at syngja barnasangir, ein kemur at greiða frá arbeiði sínum í Afriku. Eftir guðstænastuna verður okkurt gott til børnini og tey vaksnu. Sama dag kl.16.00 Verður ein jólkonsert í Christianskirkjuni við Eystanljóð. Á konsertini luttaka eisini norski organisturin Kristoffer Myre Eng, Eivør Pálsdóttir og gentukór úr Klaksvík