Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vikuskiftismøtir i Kallsoy

Hannefíða Joensen

Hósdagur

Mikladalur.

Føstugudstænasta í Mikladals kirkju kl.20.00 við Una Næs. Eftir gudstænastuna kemur Uni at vísa myndir og greiða frá túri í Ísrael

Fríggjadag

Trøllanes.
Møti í skúlanum kl.20.00 við Óla Poulsen og Niels Juel Arge og øðrum. Óli luttekur eisini við sangi. Eftir møti kemur Jón Helmsdal at vísa myndir og greiða frá tíðini umborð á Logo Hope

Leygardag
Húsar.
Møti í Bygdarhúsinum kl.20.00 við Árna Jacobsen, Leirvík. Jón Edvard Fuglø luttekur við sangi

Sunnudag
Syrðadalur.
Møti í skúlanum kl.16.00 við Debes Andru Christiansen og Fimmboga Poulsen, sum luttaka við sangi og vitnisburði

Øll hjartaliga vælkomin