Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vikuskiftisveðrið – regn og vindur leygardagin – frægari sunnudagin

Okkara veðurmaður: Hanus Kjølbro, Sjónám

Leiðin hjá lágtrýstunum eystur um Atlantshav gongur beint á Føroyar. Soleiðis hevur verið í meiri enn eina viku, og eingi tekin er, at tað fer at broytast enn. Tey verða steðgað júst um okkara leiðir. Hátrýstið yvir Vesturevropa steðgar teimum og sendir tey vestureftir aftur. So enda tey sínar dagar á leiðunum sunnan ella norðan fyri Ísland. Tí er ættin størsta partin av tíðini ímillum útsynning og landsynning, samstundis sum tíðarbilini við góðum veðri við lítlum vindi og ongum regni eru stutt.

Nú komið er út á seinnapartin fríggjadag, er eitt andøvsgul, 4 til 8 m/s, úr landsynningi-suðuri. Hitin er 12 stig, og tað er sólglottar onkrasteðs, samdrigið aðrasteðs og regn. Seint seinnapartin ell tíðliga í kvøld fer at regna – fleiri brúgvaløg eru ávegis sunnaneftir. Og tað fer at regna meira ella minni líka til einaferð seint seinnapartin í morgin. Ímeðan tað regnar í heilt eitt heilt samdøgur ella so, fer vindferðin at veksa upp ímóti 10 til 15 m/s í løtum, og ættin fer at spæla sær ímillum landsynning og sunnan. Hitin fer at liggja um tey 12 – 13 stigini.

Í annaðkvøld verður klárt og turt, vindurin ímillum 5 og 10 m/s.

Sunnunáttin ella sunnumorgun fer aftur at regna, men um middagsleitið slítur í. Vónandi fyrr heldur enn seinni.

Gott vikuskifti.

Harleyfacadeacryl