Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vikuskiftiveðrið

Hanus Kjølbro

Ættin fer at skifta í vikuskiftinum frá kaldari norðurætt til eitt sindur lýggjari vesturætt. Og tað er eitt sindur út á seinnapartin í morgin, at tað fer at síggjast.

Í løtuni streymar køld luft niður yvir oyggjarnar. Tað er eitt lágtrýst norður-eystan fyri okkum, sum ger ta rørsluna. Lágtrýstið er viknandi, og megin í tí er minkandi.

Eitt annað lágtrýst nærkast okkara leiðum vestaneftir. Tað er í løtuni í Grønlandsfjørðinum, men tað flytir seg ímóti okkum, og eitt sindur eftir døgurðatíð í morgin fara vit at merkja tað. Vindurin fer at koma úr ymsum ættum í eina løtu, men út á seinnapartin verður ættin útsynningur-vestan.

So hvørt sum lágtrýstið nærkast okkum sunnuadagin og mánanáttina, fer ættin aftur at ganga upp ímóti útnyrðingi-norðuri. Hvussu leingi høgættin fer at liggja í tí umfarinum, er eitt sindur óvist enn, men vónandi ikki meiri enn ein ella tveir dagar. Vit fáa at síggja.

Meira ítøkiliga fer veðrið í dag at vera sum nú: 12 til 17 m/s av vesturhallum norðuri saman við ælingum vði regni og/ella vátakava. Hitin liggur um 3-4 stig.

Í nátt fer vindur at minka niður í 8 til 12 m/s. Ættin verður tann sama sum í dag; avfallið eisini tað sama sum í dag.

Um middagsleitið í morgin minkar niður um 5 m/s í eina løtu úr ymsum ættum, og tað verður turra hesa løtuna. Tá ið ættin er broytt, og vindurin kemur úr útsynningi-suðuri, fer vindferðin at veksa upp í 5 til 10 m/s; í støðum 8 til 12 m/s, og meðan samregn og/ella ælingar við regni fara at merkjast. Hitin í morgin fer at liggja um tey 4 stigin, men um kvøldið verður lýggjari, møguliga 7 stig.

Sunnunátt og -morgun fer vindurin at veksa upp í 10 til 15 m/s úr lágum vestri, og yvirhøvur fer at vera turrari. Soleiðis fer dagurin at ganga, til um kvøldið, tá ið hann gongur upp ímóti útnyrðingi-norðuri. Hitin sunnudagin fer at liggja um 7-9 stig, men taå fer at kølna nøkur stig um kvøldið.

Gott vikuskifti.