Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vil steðga sosialari dumping á sjónum

Javnaðarflokkurin

Tað skal verða bannað at manna føroysk fiskiskip við undirløntari útlendskari manning. Hetta heldur Javnaðarflokkurin, sum nú leggur uppskot fram um málið.

Javnaðarflokkurin:

Tað skal verða bannað at manna føroysk fiskiskip við undirløntari útlendskari manning. Hetta heldur Javnaðarflokkurin, sum nú leggur uppskot fram um málið.

Hóast samgongan feldi sama uppskot fyri einum ári síðan, roynir Javnaðarflokkurin nú enn einaferð at tryggja øllum manningum á føroyskum skipum løn sambært føroyskum sáttmála.

Hetta við at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap soleiðis, at treytin fyri at fáa og varðveita fiskiloyvi er, at manningin verður lønt sambært sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Seinastu árini hava alt fleiri skip mynstrað við bíligari útlendskari arbeiðsmegi. Hetta ber til, so leingi skipini halda seg uttan fyri 12 fjórðingar og ikki regluliga koma í føroyska havn.

Heldur hetta óskilið fram, er vandi fyri at talið av fiskiskipum við manning, lønt eftir sáttmála við føroysku manningarfeløgini, minkar burtur í onki.

Tí ynskir Javnaðarflokkurin at geva løgtinginum møguleika fyri enn einaferð at taka støðu til, um tað skal vera ein treyt fyri at fáa fiskiloyvi, at skipið hevur og virðir sáttmálar við føroysk manningarfeløg.

Sí lógaruppskotið her:

http://www.logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=4&committeeId=0&caseNormal.id=2179

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins