Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vil styrkja Íverksetarahúsið í Klaksvík

(Hannefía Joensen)

Kári á Rógvi, tingmaður, vil hava løgtingið at styrkja verandi íverksetarahús í Klaksvík, heldur enn at seta á stovn fleiri íverksetarahús kring alt landið, sum hann er bangin fyri fer at føra til, at øll umstingin endar í Havn.

Í álitinum í einum uppskoti til samtyktar um korini hjá íverksetarum, tekur Kári á Rógvi, tingmaður, undir við at bøta og tryggja kor íverksetaranna. Men hann ger vart við, at uppskotið er alt ov nógv merkt av uppílegging, vantandi áliti á íverksetan og fría marmarknaðin.

Hann leggur dent á, at Sjálvsstýrisflokkurin fegnast um Íverksetarahúsið í Klaksvík og tekur undir við tilmæli frá Rana Nolsø, ið sera sannførandi greiðir frá um ætlanirnar hjá íverksetarahúsunum, herundir verkætlanir tess kring landið alt.

Stovnurin í Klaksvík kennir uppá egnan kropp korini í útjaðaranum og hevur longu gjørt nógv burturúr at fara í hvønn krók og hevur eisni lagt dent á at fáa allar bólkar við, eisini kvinnur, og ungfólk, og tilflutt og fólk í útjaðarum.

At gera íverksetarahús kring landið tykist eisini rættiliga óneyðugt. Verða fleiri hús sett á stovn, herundir í Havn, so vita vit, hvør endin verður, nevniliga at øll umsitingin endar har.

Sjálvstýrisflokkurin
Kári á Rógvi, tingmaður

Harleywoodpaint