Millum annað tað, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, tá hann setti Torradagarnar í Mentanarhúsinum í Klaksvík í dag, har forvitnisliga framsýningin Hav er sett upp. Á framsýningini síggjast úrslit av Blue Fashion Callenge kappingini, sum føroyski sniðgevin, Sissal Kjartansdóttir Kristiansen vann.
Røðan hjá Jógvani sæst niðanfyri
Góðu øll somul
Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar til Torradagar og til hesa fornemmu framsýningina, sum er sett upp her í Posthúskjallaranum.
Torradagarnir hava frá byrjan snúð seg at savnast um tað stóra ríkidømið, vit eiga í sjónum.
Blue Fashion Challenge snúði seg um júst hetta og var samstundis ein nýhugsandi máti at seta sjóneykuna á, hvussu vit kunnu gagnnýta okkara sjótilfeingi.
Sum kommuna høvdu vit stóra gleði av at vera viðspælari í samband við kappingina.
Og tí eru vit eisini ómetaliga glað fyri, at øll fáa høvið at vitja framsýningina og síggja bæði klæðir úr kappingini og vøkru myndirnar, sum eisini prýða Posthúskjallaran hesar dagarnar.
Tá ið vit í 2010 mentu vakstrarætlanina fyri Klaksvikar kommunu, var tað við tí fyri eyga at skapa vøkstur og trivnað í okkara kommunu.
Millum yvirskriftirnar í vakstrarætlanini var, at vit skuldu hava “fleiri slips í fiskivinnuna”.
Sjálvandi, í framsýningini her er talan ikki beinleiðis um slips, men ístaðin um kjólar – ikki at tað á nakran hátt er verri enn slips
Meiningin við yvirskriftini og ambitiónini var at varpa ljós á teir mongu møguleikarnar fyri vitanarstørvum og kreativum verkætlanum, sum á ymsar mátar kunnu hugsast saman við fiskivinnuni, sum vit kenna hana.
Ein onnur yvirskrift í vakstrarætlanini snúði seg um at menna upplivingarbúskapin í Klaksvík.
Mongu tiltøkini, sum til dømis Torradagarnir, eru góð dømi um, hvussu vit miðvíst hava lagt okkum eftir at skapa forvitnisligar upplivingar hjá fólki at savnast um.
Framsýningin HAV er sostatt ein einastandandi samanrenning millum tey siðbundnu, kreativu og nýskapandi virðini, sum tilsamans eru gróðrarbotnur fyri vøkstri og trivnaði í okkara lokalsamfelag.
So túsund takk fyri tann íblásturin, vit øll kunnu fáa av hesi framsýningini, og enn einaferð hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar.




