Team Klaksvík hevur ein leikara við til komandi venjingardystir hjá A-landsliðnum.
Team Klaksvík hevur ein leikara við til komandi venjingardystir hjá A-landsliðnum. Tað er høgri vongurin, Vilhelm Vilhelmsen, sum fyri fyrstu ferð er úttikin til A-landsdystir.
HSF skrivar soleðis:
A-landsliðið hjá monnum skal spæla tveir venjingardystir móti landsliðnum hjá Finnlandi í Helsinki fyrsta vikuskiftið í oktober.
Sonni Larsen, landsliðsvenjari, hevur í dag kunngjørt hópin, sum telur sekstan spælarar.
Dystirnir ímóti Finnlandi verða spældir 6. og 7. oktober.
Fyrstu EM-kappingardystirnir hjá A-landsliðnum eru 24. oktober móti Montenegro og 27. oktober móti Danmark.
Hópurin:
Nicholas Satchwell, Neistin
Hørður Trygvason, H71
Tróndur Kragesteen, Neistin
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Rói Berg Hansen, FIF
Peter Krogh, H71
Sjúrður Olsen, VÍF
Vilhelm Poulsen, H71
Brandur Halgirsson, H71
Vilhelm Vilhelmsen, Team Klaksvík
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÌF
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger HB
Friði Hammer Weyhe, Aars
Rókur Akralíð, Kyndil
Jónas Gunnarson Djurhuus, HØJ
Rógvi Dal-Christiansen, Kyndil


