Gjárakvøldið var Javnaðar Cafe á NPgøtu og spenningurin var stórur millum valevnini
Umframt kaffi, Te og kjøt av Nesi var dúgli rokan í fjøruni har valplakaturnar vóru gjørdar klárar.
Spenningur er um úrslitið men tey í Javnaðarflokkinum trúðu uppá eitt gott úrslit.
Stóri profilurin hjá Javnaðarflokkinum í Norðoyggjum, Vilhelm Jóhannesen, stillar ikki upp aftur og tað setti eisini sín dám á.
Ein serligur bannari við áskriftini: "Fyri seinastu ferð" var spentur tvørtur um plakatina hjá Vilhelm.




