Á fundi í Norðoya Javnaðarfelag mikukvøldið, kunngjørdi Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, at hann stillar ikki upp aftur til komandi val.
Vilhelm Johannesen er føddur 4/8-1942. Hann er tann javnaðarmaðurin í Norðoyggjum, ið hevur sitið longst á tingi.
Í stuttari viðmerking sigur Vilhelm Johannesen, at hann heldur at hann hevur sitið í tinginum so leingi nú og er vorðin so gamalur, at tíðin er komin at gevast.
Vilhelm kom uppí landspolitikk 20. novembr í 79 tá hann bleiv landsstýrismaður og til valið 5. januar í 81 var hann valdur á ting.
Men áðrenn tað hevði Vilhelm fingist við býráðspolitikk. Hann bleiv nevniliga valdur í býráðið við valið í desember í 74 og tann býráðssamgongan tók við í 76.
Eisini hevur Vilhelm Johannesen verið formaður í Føroya Kommunufelag frá 77-79 og tað var tá kommunurnar samdust um at stovna IRF, sum eftir ætlan skuldi vera fyri alt landið, men sum endaði við at blíva ein Interkommunalur felagsskapur fyri allar kommunurnar uttanfyri Havnina.




