Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vilja hava heimsins leiðarar til Føroya

Helgi Abrahamsen

Føroyar er eitt av fáum samfeløgum í heiminum, sum hava frið við bæði USA og Rusland, og tí heldur Miðflokkurin, at fundurin sum Donald Trump ætlar at hava við Vladimir Putin í næstu framtíð eigur at vera í Føroyum.

Føroyar er eitt av fáum samfeløgum í heiminum, sum hava frið við bæði USA og Rusland, og tí heldur Miðflokkurin, at fundurin sum Donald Trump ætlar at hava við Vladimir Putin í næstu framtíð eigur at vera í Føroyum. Flokkurin mælir tí løgmanni til at bjóða teimum til Føroya at hava fund.

“Landafrøðiliga støða Føroya talar eisini fyri møguleikanum, og sum lítið oyggjaland eru Føroyar vælegnaðar til fundir millum ríkisleiðarar við serligum atliti  at trygd og tilbúgving. Samstundis eru Føroyar millum heimsins vakrastu og mest sjáldsomu náttúruperlur, sum kunnu geva ríkisleiðarum stórfingna uppliving, samstundis sum hetta eisini kann seta Føroyar á heimskortið,” sigur Miðflokkurin.