SOSIALURIN skrivar: Í landsstýrinum eru tey samd um at kanna hvørjir møguleikar eru at privatisera helvtina av Kringvarpinum sum ein byrjan.
SOSIALURIN skrivar: Í landsstýrinum eru tey samd um at kanna hvørjir møguleikar eru at privatisera helvtina av Kringvarpinum sum ein byrjan.
Á landsstýrisfundi seinasta mánadag varð semja um, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, skal kanna, hvørjir møguleikar eru at einskilja upp til 50 prosent av Kringvarpi Føroya.
Tað upplýsti Karsten Hansen, landsstýrismaður Miðfloksins, á landsfundi hjá Miðflokkinum í Klaksvík leygardagin.
Eitt av teimum 33 málum, sum var fyri á landsstýrisfundi hendan dagin, var »Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp«.
Landsstýrismaðurin hevur leingi arbeitt við einum uppskoti um at veita Kringvarpi Føroya fleiri pengar, og eitt uppskot hevur verið at frítaka kringvarpsgjaldið fyri meirvirðisgjald.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava eisini lagt uppskot um hetta fyri tingið, men tað hevur ikki fingið serliga positiva móttøku.
LES MEIRA Í SOSIALINUM




