Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vilja spreingja próvtalsstigan

Helgi Abrahamsen

Karakterbøkurnar verða undirdíktar við 12 tølum, og tí er ráðharrin í útbúgvingar- og granskingarmálum farin at umhugsa møguleikan at geva onkran eyka karakter til tey, sum avrika nakað heilt serligt.

Karakterbøkurnar verða undirdíktar við 12 tølum, og tí er ráðharrin í útbúgvingar- og granskingarmálum farin at umhugsa møguleikan at geva onkran eyka karakter til tey, sum avrika nakað heilt serligt.

Danski ráðharrin í útbúgvingar- og granskingarmálum, Søren Pind, sigur í samrøðu við Berlingske, at hann er sinnaður at broyta 12-tals stigan. Tað skrivar Danmarks Radio við Ritzau sum keldu. Ráðharrin heldur, at karakterstiganum manglar eina viðurkenning til teir allar dugnaligastu næmingarnar.

”12 talið er frálíkt í sær sjálvum, men karakterbøkurnar verða undirdkíktar við 12 tølum. Eg haldi, at okkum manglar nakað til tey ið avrika nakað heilt framúrskarandi,” sigur Søren Pind. Hann vil tó ikki nágreina, hvør ein tílík viðurkenning skuldi verið.

Tá 12-tals stigin varð tikin í nýtslu í skúlaárinum 2006/2007 varð roknað við, at ein av hvørjum 10 lesandi á universitetunum fór at fáa 12, men nú vísir tað seg, at 16 prosent av teimum lesandi fáa 12. Hetta hevur fingið fleiri at skuldseta universitetini fyri ”karakterinflasjón”.