Í 2 vikur á hvørjum ári í november og desember noyðist skúlin, sum eigur fimleikarhallirnar, har Mjølnir venur, at brúka tær til terminsroyndir, men sær sjálvum lík eru tey ikki ráðaleys í Mjølni.
Sum so mangan sagt áður, so eru tað ikki tær glæsiligu umstøðurnar, ið hava gjørt Flogbóltsfelagið Mjølnir til tað stóra og vinnandi felag, sum tað eftir føroyskum mátistokki hevur verið og framvegis er.
Terminsroyndirnar.
Í november og desember á hvørjum ári missir Mjølnir 3 vikur, av tí at fimleikarhallirnar, har tey venja, tá mugu nýtast til endamál skúlans.
Tað eru tær hálvárligu terminsroyndirnar, sum í hesum døgum verða avgreiddar. Seinnu royndirnar í skúlaárinum eru í apríl, men tá er kappingarárið hjá flogbóltinum eisini av, so tær gera Mjølni ongar ónáðir.
Meistaradeildarliðini
umskipa venjingarnar.
Bæði fyri Kl. Fimleikafelag og fyri tey yngru og lægru liðini hjá Mjølni merkir hetta, at venjingar mugu avlýsast í hesar báðar vikurnar.
Men hetta kunnu liðini í sterkastu flogbóltsdeildini kortini ikki gera, tí harvið missa tey ov nógva venjing í mun til hini liðini í meistaradeildini, har kappingin er sera hørð, og venjingarstøðan tí skjótt kann gerast tann avgerandi marginalurin.
Tí eru venjingarnar hjá bestu kvinnunum og monnunum fluttar og umskipaðar hesar báðar vikurnar, meðan terminsroyndirnar eru.
Umframt tað eina venjingarkvøldið, sum er felags, tá vant verður í KÍ-høllini, so venja kvinnurnar styrkivenjingar í Toppform við Stangarvegin, meðan menninir fara norður um fjall og venja tvey kvøld í høllini á Fossánesi.




