Aftur í ár skipar Lívfrøðingafelagið fyri villblómudøgum kring landið. Túrarnir eru ymisk vikuskifti í juli og august, og gingið verður víða um landið, so til ber at koma við á fleiri ymiskar túrar. Tiltakið er ókeypis og tilmelding er ikki neyðug. Tað einasta tú skal gera, er at klæða teg eftir veðrinum og møta á møtistaðnum, tá túrurin byrjar.17. juli 2013
Túrar í ár:
21. juli.: Klaksvík. Møtt verður á rættini við tyrlupallin kl 14. Ferðaleiðari er Kári Purkhús.
21. juli.: Strendur. Møtt verður við Strandamáling kl 14. Gingið verður út á Raktanga og inn aftur í bygdina. Ferðaleiðarar eru Elin Henriksen og Dánjal P. Hørgaard.
4. aug.: Túrur í høvuðsstaðarøkinum. Ferðaleiðari er Magnus Gaard. Kunning um tíð og stað kemur seinni.
25. aug.: Túrur í Suðuroy. Ferðaleiðari er Niels Jacobsen. Kunning um tíð og stað kemur seinni.




