Hugburðsbroyting ger at eitt nú villdunnur og æður stórtrívast á Vánni
Tá vit sum smádreingir nærkaðust eini æðu ella villdunnu slóg "killer-instinktið" automatiskt til. Varisliga savnaðu vit so nógvar steinar upp sum gjørligt, sníkti okkum so nær fuglinum sum møguligt. Bráddliga, sum ein flokkur av leyvum, varð runnið við fullari ferð fram móti fuglinum og so var steina so nógv og títt sum til bar.
Onkuntíð var ein "heppin" at raka men vanliga megnaðu æðurnar at krossa millum steinarnar og sluppu uttan nakað mein út um skotmála.
Eg minnist einaferðina eg rakti eina æðu beint á skallan. Hon fleyg upp í luftina – mól um seg sjálvan og lendi á rygginum í sjónum. Síðani sprellaðu beinini upp í loft meðan ein kameratur uttan hepni rondi at raka hana við fleir steinum. Æðan raknaði við aftur, hugdi rundan um seg – kavaði – og vekk var hon.
Hetta var rættuligur sportur, sum vit av og á fingu tíðina at ganga við uppi á kajuni á Flesjum.
Eg minnist ein eldri mann, sum vit høvdu sum lærara í skúlanum. Hann visiti altíð onkur ráðini og einaferð stappaði hann ein heilan pakka av PRIMA SNÚS niður í ein stóran ternumurt sum vit høvdu pilka. Murturin var síðani tveittur upp til nakrar likkur, sum altíð lógu fram við og fuglurin svøldi.
Síðan varð flent í kík meðan likkan hoppaði og dansaði – datt um – sløraði og at enda fór flúgvandi, eins og føroyaflúgvarin í nógvum turbolensi, meðan hon klíggjaði óført fyri at fáa snúsið upp úr hálsinum.
Hugburðsbroyting
Hetta er søga og í dag kennir man seg beinleiðis óskikkiligan at fortelja slíkar søgur – hetta er jú beinleiðis djóraplágarríð!
Tað er nógv broytt viðvíkjandi hugburði til náttúruna. Í dag verður stór orka nýtt til at halda náttúruna reina og nógv verður gjørt fyri at djóralívið skal trívast so væl sum gjørligt.
Tí kunnu vit fegnast um at djóralívið á Vánni eisini er við at koma fyri seg aftur og børnini hava stóra gleði av at æðurnar í dag eru so tamar at tær næstan taka breyð úr hondini.
Villdunnurnar trívast rættuliga væl á vánni og tey sum búgva tætt við sjóarmálan hava stóra gleði av at eygleiða hesar vøkru fuglar.
Urmakarin um villdunnurnr
Leivur Ellingsgaard sigur við Norðlýsið at Villdunnurnar halda til niðan fyri Føroya Bjór og út til Seglhúsbrúnna.
– Eg havi lagt til merkis at tær reiðrast uppi millum húsini í Víkunum og enntá uppi millum ovastu húsini á lítlubrekku.
– Tá tær so koma oman í fjøruna aftur hava tær vanliga seks ungar, men longu næsta dagin hevur likka ella svartbakur syrgt fyri at redusera talið á ungum.
– Eg plagi at geva teimum avlop frá morgun kaffinum og tað gagnast teimum væl. Tær eta baði rundstykkir og vinarbreyð og annað gott.
– Eg havi eisini lagt til merkis at tær ávísar tíðir savnast niðanfyri bryggjarríði hjá Føroya Bjór. Um tað er tí at teir reinsa tangar og sleppa onkrum góðum á sjógv, veit eg ikki, men tær suttla óført.
– Leivur fegnast eisini um at hugburðurin yvir fyri fugli er broyttur, tí tá hann var smádrongur á Eiði var skotið eftir hvørjum fugli sum nærkaðist.
– Eg minnist einaferð vit høvdu goymt eina høglbyrsu í einum posa. So nærkaðust vit einum flokki av tjaldurskrælingum og so smekkaði eg tíl. Í einum skoti fekk eg 20 fuglar og hetta fekk ein at kenna seg sum mann. Hetta haldi eg ikki at ungdómurin í dag kundi funnið uppá og tí er fuglurin eisini sera tamur og vitjar somu støð aftur og aftur.
– Eg haldi at flokkurin av villdunnum sum er á Vànni hevur verið støðugur tað eg veit um. Eg haldi ikki at hann er vaksin ella minkaður.
Lívfrøðingur um Villdunnurnar
Bergur Olsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum sigur at villdunnurnar serliga liva av insektum.
– Tær eta so at siga alt sum rekur framvið, men serliga halda tær til har insektir eru.
– Tær síla sjógvin og móruna gjøgnum nevið og á tann hátt fáa tær fatur á marsflugum og øðrum insektum. Tær halda til í veitum uppi á landi og trívast sera væl í Føroyum.
– Vit hava mett at tað eru umleið 350 pør í Føroyum, men hetta byggir bert á eina grova meting.
– Flestu pørini eru her alt árið og tey halda eisini væl saman.
– Vetrarhálvárið savnast tær í býum og bygdum og eitt nú eru nógvar at síggja í plantasjuni í Havn. Men um summari spreiðast tær meira kring um í náttúruni.
– Nú tað nærkast vári lata steggjarnir seg í skreytbúna. Teir eru sera vakrir á at líta og litspæið er óført í sólini.
– Villdunnan eru ættarfaðir til tomu dunnurnar sum vera aldar til at verpa ella til matna. Hesar dunnurnar eru væl størri enn villdunna.
– Vit hava ábendingar um at villdunnur trívast væl í Føroyum og á flestu støðum eru tær rættuliga tamar. Tær fáa góðan frið og tá tær eta tað mesta sum verður tveitt til tær eru tær vanliga væl fyri.
John William




