Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Villi laksurin við Føroyar ikki fongdur við lús

Oliver Joensen

Við laksateljaranum í Leynará, hevur Tekniski Skúlin í Havn ment eitt tól, ið átti at fingið granskingarstuðul. Hetta er eitt tól, ið kemur laksafiskarum sera væl við, men ikki minst er hetta tól í fer við at geva okkum vitan um ferðingina hjá laksinum, eina vitan, sum helst onga aðrastaðni í heiminum er staðfest.

Niðanfyri er so dagbókin hjá Peter A. E. Djurhuus, sum hann hevur gjørt yvir teljingarnar hjá tólinum í Leynará.

Við laksateljaranum í Leynará, hevur Tekniski Skúlin í Havn ment eitt tól, ið átti at fingið granskingarstuðul. Hetta er eitt tól, ið kemur laksafiskarum sera væl við, men ikki minst er hetta tól í fer við at geva okkum vitan um ferðingina hjá laksinum, eina vitan, sum helst onga aðrastaðni í heiminum er staðfest.

Ongin lúsaplága

Orsakað av, at hvør einasti laksur, og hvørt einasta síl, sum er komið niðan í Leynará í ár og í fjør er avmyndað, so kann Peter A. E. Djurhuus staðfesta, at villi laksurin í Føroyum als ikki er fongdur við lús, eins og norðmenn klaga um sín laks, ið skal vera illa bitin.

Laksateljarin í Leynara sær hvønn einasta fisk, sum kemur niðan og tí eru tíðindi um eitt nú lús, væl dokumenterað. Aðrstaðni í heimi vera oftað einstøk dømi um illa fyrikomnan fisk brúkt sum ræðumynd og kampagnudømi fyri ymisk áhugamál. Í Føroyum er øðrvísi, her vita vit í staðin fyri at gita.

Lesið dagbókina hjá teljaranum niðanfyri. Her er yvirlit yvir laksarnar sum komu niðan Leynará í 2013 og í ár. Tølini leggja upp til ymisk kjak, eitt nú hví so stórur munur er á samlaða talinum fyri árini, men kanska ikki minst hví laksarnir ikki koma um somu tíð á árinum.

Soleiðis skal talvan lesast

Um onkur ivast í hvussu hann skal lesast, so kunnu vit her taka eitt dømi. Um tú hyggur at 16. Juli, so stendur undir Støða eitt 12 tal, tað vil siga at 12 laksar eru komnir niðan íalt síðani teljarin byrjaði, í næstu kolonnu, Broyting, har stendur 6, tað sigur, at 6 laksar eru komnir í dag 17. Juli er, undir næstu kolonnu 2013 stendur 0, tað vil siga at ongin kom niðan tann dagin í 2013.

Um vit gjøgnumganga tølini, so eru ymisk áhugaverd fyribrigd at síggja. Eitt sum kanska fellur í eyguni er, at nógvir av laksunum í ár eru komnir niðan í august mánaða, ímeðan stórur partur av laksunum, sum komu niðan í 2013 komu ikki fyrr enn í september.

Eisini munur á støddini

Munur sást eisini á støddini á laksunum í ár og í fjør. Laksurin í ár var sum heild minni enn laksurin sum kom niðan í 2013. Menn hava tí hildið, at laksurin sum kom niðan í september í 2013, fyri størsta partin ikki hevur verið laksur, ið útsettur hevur verið við Leynarvatn og at ein partur kanska hevur verið alilaksur.

Átti at verið eitt granskingarprojekt

Onki at ivast í, at her eru nógv fyribrigdi, ið høvdu verið eina nærri gransking verd.

Trýst á PDF fíluna niðanfyri og sjá dagbókina:

Harleywoodpaint