Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VILT de Suðuroy fyri fimtu ferð

Treysti

Aftur í ár verður skipað fyri VILT de Suðuroy. Hetta er fimtu ferð, at hetta rennitiltakið er ´s skránni. Hesaferð verður tað í vikuskiftinum 12.-14. apríl, sum er annað vikuskiftið eftir páskirnar.

VILT de Suðuroy, sum er renni/gongutiltak í Suðuroynni, hevur heppnast framúr væl, nú tað hevur 4 ár á baki, og verður nú fyriskipað fyri fimtu ferð. At ganga ella renna, langa teinin úr til Sandvík til Sumba, yvir eitt vikuskifti, hevur samlað alt fleiri og fleiri luttakarar, eisini útlendingar.
Nakrir luttakarar hava verið við øll tey undanfarnu árini og hava longu meldað til aftur í ár.
 
Byrjað verður í Sandvík og málið er í Sumba
Í døgunum 12.-14. apríl 2013, verður so aftur bjóða inn til VILT de Suðuroy. Ætlanin er at byrja tiltakið í Sandvík, og so halda leiðina suður yvir oynna. Teinarnir verða á sama hátt sum í fjør. 
Tilmelding:
Tilmelding fer fram á www.fif.fo við gjaldskorti. Um goldið verður við bankaflyting skal flytast á kontu 9181-170.980.3 í EIK Banka og teldupostur sendast til treysti@treysti.fo. Tilmeldingin er BERT galdandi tá ið luttøkugjaldið er goldið. 
 
Kostnaður:
Kostnaður kr. 1.200 fyri luttakandi, ið velja fullan pakka, tvs. mat, gisting, flutning og upplivingar. Fyri luttakarar, ið bert ynskja luttaka í renningini er kostnaðurin kr. 450. 
 
Veðrið kann verða nokkso skiftandi

Blusa: Øll ið melda í seinasta lagi 2. apríl, fáa eina lekra blusu (virði kr. 350) av vælumtókta merkinum Craft. 

Skrá við fyrivarni
Fríggjadagur 12. apríl:
16.15 Gongutúrur úr Sandvík til Trongisvág 15 km
17.00 Renning úr Sandvík til Trongisvág 15 km
Felagshugni og matur
21.30 Aftankvirra í Vágs Kirkju við tónleiki og andakt

Leygardagur 13. apríl:
09.00 Gongutúrur Trongisvágur til Hovs 9 km (ella 14 km um farið verður um Hovsegg)
10.00 Rennitúrur Trongisvágur til Hovs 9 km (ella 14 km um farið verður um Hovsegg)
16.00 Gongutúrur Hov til Vágs 9 km
17.00 Rennitúrur úr Hovi til Vágs 9 km
18.00 Svimjing í Vági
Felagshugni, matur og okkurt skemtiligt – her verður nógv spennandi í ár

Sunnudagur 14.apríl:
10.00 Gongutúrur Vágur til Sumba 12 km (ella 16 km um farið verður um Hestin)
11.00 Rennitúrur Vágur til Sumba 12 km (ella 16 km um farið verður um Hestin)
12.00 Felags mynd í Sumba

 

Set tí vikuskifti 12.-14. Apríl 2013 av til ein hendingarríkt, gevandi og spennandi vikuskifti í Suðuroy, til VILT de Suðuroy 2013.

 

Harleywoodpaint