Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vilt tú verða eitt betur sølu- og tænastufólk?

John William Joensen

Er títt starv at selja matvørur, klæðir, timbur, olju, bilar, køkar, tógv ella annað.

Tekur tú telefonina, situr tú við kassan í einum peningastovni, ella bjóðar tú aðra tænastu fram, so er hetta júst eitt skeið til tín. 
Tað er tað fyrsta inntrykkið sum avger, um kundin vil keypa eina vøru ella tænastu frá einari fyritøku. Um ein fyritøka ikki hevur starvsfólk, sum duga at koma á "bylgjulongd" við kundan – hvørja nyttu gera góðar vørur ella tænastur tá?
Skeiðini sum verða, eru til øll fólk, sum hava beinleiðis og óbeinleiðis við sølu og tænastu at gera.
§ Selur tú vørur ella tænastur ?
§ Hevur tú nógv við
  menniskjur at gera ?
§ Tekur tú telefonina ?
§ Situr ella stendur tú við
  ein disk ?

So er hetta skeiðið júst til tín !

Um skeiðið: 
Skeiðið gevur tær innlit í, hvat er neyðugt við tí persónliga atburðinum, og málburðinum, tá ið tú veitir einum viðskiftafólki eina tænastu ella vøru. Á skeiðinum fært tú innlit í, hvussu tú tryggjar tær, at tú verður uppfataður positivt, og fært har við skapt tað rætta sambandið. Á henda hátt tryggjar tú tær, at kundin minnist tykkara samskifti á ein positivan hátt, og vendir aftur til júst tykkara fyritøku. Tú fært nøkur amboð at arbeiða við, ið tryggjar eitt trygt og einfalt samskifti, ið tú beinanvegin kanst nýta í tínum dagliga arbeiði

Hvør, hvar og nær:
Tað er kendi danski skeiðhaldarin Kim Muller, sum kemur at undirvísa. Fyrsta skeiði verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 12. mars, frá kl. 13.00 til 16.00, tað næsta á Hotel Føroyum leygardagin 13. mars, frá kl. 13.00 til 16.00 og tað triðja verður í Tekniska Skúla í Klaksvík sunnudagin 14, mars, frá kl. 13.00 til 16.00. Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er Kr. 960,- u/mvg.

Kim Muller
Kim Muller er 45 ára gamal, og hevur verið stjóri í tí privatu vinnuni 12 tey seinastu árini. Arbeiðsøkini, ið hann hevur fingist við, eru innan sølu, tænastu og framleiðslu. Kim er útbúgvin Maskinkonstruktør, HD, I/Ø, MasterPractitioner í NLP, Persónligur Coach, skeiðleiðari og umframt tað, so hevur hann eisini eina útbúgving í samskifti frá Anthony Robbins Mastery University í USA. Kim hevur arbeitt hjá CarlF, Sani Stål, Jysk Kemi, York, ABB, Inco, v.m. 

Tekna teg: Tey, sum hava áhuga at luttaka, kunnu venda sær til IRIS á tlf 456390, Fax 456391 ella á teldupostadressu iris@iris.fo