(svar til Kára Thomsen, cand. arch.) Hugskotið “Verðsins størsta vindmylla” var mest ætlað sum myndatala.
Tá eg kom við hugskoti um at byggja verðsins størstu vindmyllu á
Sumbiarsteini, so var hetta mest ætlað sum myndatala. Eg nevndi
Sumbiarstein, tí her er frítt fyri móti ráðandi vindættum í Føroyum, t.e.
millum sunnan og vestan. Nú á døgum fer nógv útbygging av vindmyllum fram
nakað til havs og tí kann Sumbiarsteinur verða viðkomandi.
Eg skilji, at Kári Thomsen hevur fingið ta fatan, at eg haldi tað verða
nokk við bert einari vindmyllu, men so er ikki. Eg hugsaði um verðsins
størstu vindmyllu á Sumbiarsteini, sum eitt møguligt ‘prestigu’-projekt, um
onkur vil hava umtalu úti í stóru verð, og sum eisini er nógv bíligari enn
verðsins longsti el-kaðal.
Kári tykist samdur í øllum sum eg føri framm, og tó fær hann skriv sítt at
ljóða ógvuliga negativt. Hann rør frammundir, at Bjarti Thomsen fær nógvar
pengar burturúr Nólsoyarætlanini. Hetta er ikki rætt, tí hóast undirritaði
hevur brúkt nógv av síni fríðtíð í samband við orkuprojektið í Nólsoy, so
hevur alt verið uttan løn; ja, ikki ein einasta tímaløn er goldin.
Annars eri eg rímuliga samdur í tølunum, sum Kári leggur framm. Sambært
ársfrágreiðing, so seldi SEV í 2006 umleið 259 mió kwt. Ein lítil helvt av
hesum er framleitt við vatnorku. Kári nevnir 2MW myllur, men eg haldi vit
eiga at roknað við 4MW ella størri, tí hetta er vanlig handilsvøra í dag.
Ein 4MW mylla framleiðir umleið 16 mió kwt um árið. Sostatt skulu vit hava
einar 10 vindmyllur afturat vatnorkuni fyri at nøkta okkara el-tørv. Men
hetta er treytað av, at vatnorka og vindorka koyra saman, tí trupult er at
goyma el-orku gjørda úr vindi.
Enn meira spennandi er at tosa um vindmyllur til upphiting, tí tá kann
orkan goymast í heittvatnstangum. Føroysk húsarhald brúka olju til
upphiting svarandi til umleið 500 mió kwt árliga. Harafturat koma virkir,
stovnar og annað. Sostatt kunnu einar 40-50 myllur nøkta alla upphiting í
Føroyum. Um vit harafturat fáa hitapumpur at rigga, kann talið dividerast
við 3. Sostatt er tað ikki nakað órímuliga stórt tal av vindmyllum, sum
skal til, fyri at gera okkum leys av innfluttari olju til upphiting og
harvið betur at liva upp til krøvini í Kyoto.
Landsstýrismaðurin skal hava rós fyri, at hann tók skjóta avgerð ið
skundaði undir Nólsoyarverkætlanin. Mær tykir tó, at álvarin aftanfyri er
ikki nóg stórur, tá dúva verður upp á, at útlendsk fígging og vælvild skal
verða tað berandi.
Eg haldi tað er synd og skomm, at onki er sett av á Fíggjarlógini til at
skunda undir útbygging av vindorku í Føroyum.
Nólsoy, 3. december 2007.
Bjarti Thomsen, sivilverkfrøðingur




